Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

18/12/2021

Innskriving til forskúlan og 1. flokk fyri skúlaárið 2022/23

Innskriving

Tórshavnar kommuna boðar frá, at foreldur at børnum, ið eftir ætlan skulu byrja í skúla skúlaárið 2022/2023, kunnu nú skriva barnið inn í 1. flokk, frítíðarskúla og forskúla á netinum.

Innskrivingarfreistin er 16. januar 2022.

Leinkjan til innskrivingina er:

https://www.torshavn.fo/dagstovnur-og-skuli/skuli/skulainnskriving/

Gev gætur, at innskrivingardagurin ikki hevur nakað at siga fyri, um títt barn verður upptikið í skúla. Tað hevur sostatt einki at siga, hvør skrivar sítt barn inn fyrst. Tú skalt bara syrgja fyri at skriva barnið inn, áðrenn freistin er farin. Innskrivingarfreistin er 16. januar 2022.

Grundupptøkuøki

Tòrshavnar Kommuna hevur samtykt seks nýggj grundupptøkuøkir til skúlarnar. Meir kunning um grundupptøkuøkini kunnu lesast her:

https://www.torshavn.fo/temu/skuli/seks-nyggj-grundupptokuoki-til-skularnar/

 

Samleiki

Talgilda innskrivingin krevur, at tú ritar inn við Samleikanum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.