Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

27/10/2021

Navnakappingin er av og vinnarin er funnin

Navnakappingin um hvussu skeggdrekarnir skuldu eita, er av.

Tað komu sera nógv góð hugskot inn, men í rúgvuni funnu vit 2 sera beinrakin, vísindalig og kynsneutral nøvn.

Skeggdrekarnir eita Celsius og Fahrenheit, sum eru tveir hættir at máta hita og kulda. Celsius verður brúkt um okkara leiðir, men Fahrenheit verður brúkt yviri í USA. 1 Celsius er tað sama sum 33,8 stig í Fahrenheit.

Leggjast skal afturat, at Celsius er tann, sum hevur stuttan hala.

Bæði hesi nøvnini vóru innsend av Rana Dam Jacobsen úr 5.b. Hann vann eitt gávukort frá Havnar Bio.

Vit takka fyri luttøkuna og vóna at Celsius og Fahrenheit liva leingi og væl.