Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

16/10/2021

Galdandi koronatilmæli

Nú skúlagongdin eftir heystfrítíðina byrjar aftur mánadagin 18. oktober 2021 kl. 08:00, vilja vit minna næmingar, foreldur og onnur avvarðandi á galdandi koronatilmæli.

"Mælt verður til, at næmingar, sum koma til Føroyar, kunnu koma aftur í skúla, tá tey hava fingið negativt svar frá koronakanning á 2. degi eftir komu.

Ferðandi, sum eru koppsett, kunnu fara beinleiðis til arbeiðis, men verða biðin um at vera serliga varin inntil tey hava fingið svar upp á kanningina annan dagin eftir komu".

Harafturat siga almennu tilmælini, at heilsumyndugleikarnir mæla til, at fólk lata seg kanna tveir dagar áðrenn fráferð til Føroyar.