Skrivað hevur Símun Abrahamsen

18/05/2021

Reyði krossur takkar skúlanum á Argjahamri

NÆMINGAR Á ARGJAHAMRI HJÁLPA HEIMSINS VEIKASTU MENNISKJUM VIÐ KORONA-KOPPSETINGUM

Í sambandi við ein temadag um heimsmálini hjá ST høvdu næmingar á Skúlanum á Argjahamri eina væleydnaða innsavning.

Næmingarnir gjørdu ymiskar lutir, ið tey síðani seldu til familju og kenningar.

Tilsamans komu kr. 31.304 inn, sum tey valdu at lata til hjálparátøk hjá Reyða Krossi úti í heimi, ið hava til endamáls at tryggja, at heimsins veikastu menniskju fáa møguleikan at verða koppsett.

Í hesum høpi arbeiðir Reyði Krossur eitt nú við at samskipa og tryggja at útlutingin av korona koppsetingini er munagóð og rættvís, at tey mest viðkvomu menniskjuni verða tikin við og at serliga veikir bólkar verða skrásettir og við at tryggja atgongd til landaøkir, sum hava vánaligt infrakervi ella eru rakt av stríði, vanlukkum ella øðrum avbjóðingum.

Reyði Krossur takkar næmingunum so hjartaliga fyri góða stuðulin.