Skrivað hevur Símun Abrahamsen

19/03/2021

Sjitt, vit hava tað gott

Heimsmál 3 – góð heilsa og vælferð

Hádeildin

Komandi viku, í viku 12, verður vanliga tímatalvan ikki í gildi.

Hetta verður ein øðrvísi vika, har nøkur av heimsmálunum eru á skránni.

Heimsmál 3 setir dagsskránna hjá hádeildini við nógvum og ymiskum virksemi.

Dagarnir byrja í Miðrók við fyrilestri.

Fyrilestur við Jóannesi Eidesgaard um Reyða Kross og um innsavning/stuðul

Fyrilestur frá Fólkaheilsuráðnum um týdningin av rørslu

Fyrilestur um ABC – ver virkin, ver saman, ver hugbundin

Nógvir túrar verða gjørdir, okkurt stuttligt at eta, felagssangir, “pappírsframleiðsla” o.a.m.

-og ikki minst spennandi verður endin á tiltakinum!!!

Kunnið tykkum á heimasíðuni hjá skúlanum og flokssíðunum