Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

19/03/2021

Vitjan av komandi 1. flokki

Hósdagin 18. mars fingu vit vitjan av næmingum, sum skulu byrja í 1. flokki í august. Hesin árgangurin telur 50 næmingar, so hetta er stórsti árgangur í skúlans søgu. Næmingar í nýverandi 1. flokki vísti runt saman við lærarum teirra. Tey vóru t.d. í høllini, bókasavninum, myndlistahølinum og 1. floksstovuni. 

Tað er siðvenja at bjóða komandi 1. flokki á vitjan, so at skúlin ikki er eitt púra ókent stað at koma í, tá næmingarnir byrja í 1. flokki. Seinni hesa skúlahálvina vera allir næmingar saman við foreldrum boðin at vitja okkum aftur. Tá verður kunning frá skúlastjóranum og leiðaranum í Frítíðarskúlanum, umframt at man kann síggja umstøðurnar.