Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

11/03/2021

Grækarismessuhald í dag

12. mars er Grækarismessa og vit fagna at tjøldrini aftur hava funnið vegin til okkara.Tjøldrini bera okkum boð um, at vit nú ganga móti ljósari tíðum. Um 2 vikur flyta vit eisini klokkuna fram, so tá fara vit veruliga at merkja tað. Hetta er eisini dagurin, tá skúlin hevur grækarismessuhald við upplestri og sangi. Eyðun á Borg stóð fyri sangi, meðan eldri flokkarnir á deildunum stóðu fyri upplestri. 

Grækarismessuhaldið varð hildið í trimum. Hádeildin kl 8.00, Grundeildin kl 9.00 og Miðdeildin kl 10.00. Hetta var gjørt, so vit framhaldandi halda deildirnar atskildar og tí at vit hava lært, at løturnar eru meira nærverandi, tá vit ikki eru alt ov nógv saman í senn, hóast hvør deildin liggur um 100-130 næmingar. 

Grækarismessa hevur annars navn eftir Grækaris Mikla páva, sum doyði 12. mars ár 604. Tað verður sagt um Grækaris, at hann var innsettur sum pávi ímóti sínum vilja. Tað segði man ofta um pávar, so fólk skuldu halda, at teir vóru nakað heilt serligt. Grækaris royndi at sleppa undan og krógvaði seg tí fyrst í eini tunnu og síðani í eini holu, men var báðu ferðirnar avdúkaður av einum himmalskum ljósi. Ein hvít dúgva fleyg frammanfyri teimum, sum leitaðu eftir honum og soleiðis bleiv hann funnin. Um hetta passar ella ikki, er møguliga líkamikið - gott 1400 ár seinni hátíðarhalda vit framvegis Grækaris Mikla.

 Grækarismessa er almennur flaggdagur.