Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

04/02/2021

Morgunsangurin byrjaður aftur

Skúlin á Argjahamri hevur altíð raðfest morgunsangin í Miðrókini høgt.

Tað er jú einasta løtan á degnum, har vit samla allar næmingarnar, og har vit kunnu geva næmingunum eina "felagskenslu".

Løtan byrjar vanliga við, at skúlastjórin sigur góðan morgun og kemur við boðum, sum hava við allan skúlan at gera.

Síðani verður sungin ein sálmur. Til endans biðja vit faðir vár, og so er dagurin farin í gongd...

....men í mars 2020 steðgaði alt upp. 

Næmingarnir vórðu koyrdir heim, skúlin stongdi og morgunsangurin tagnaði.

Alt orsaka av korona.

Nú sær betur út viðvíkjandi koronu, og tað loyvir okkum at byrja aftur, og tí kundi stjórin tann 3. februar bjóða aftur til morgunsang -  tann fyrsti morgunsangurin í 10 mánaðir!

Enn kunnu vit ikki samla allar næmingarnar samstundis, so tí hevur leiðslan avgjørt, at mikudag hevur

grunddeildin morgunsang, hósdag er tað miðdeildin, og fríggjadag samlast hádeildin.

Út frá prátinum við næmingarnar, so fegnast teir um, at vit aftur eru farin at hittast til morgunsang í Miðrókini.