Skrivað hevur Símun Abrahamsen

29/01/2021

Pelsurin komin afturíaftur

Lá væl innpakkaður á trappuni

Tá Louisa, mamma Guðrið, kom heim hóskvøldið kl 19. 15, lá ein plastikkposi á trappuni uttan fyri úthurðina.

Í væl tilklistraðum posa frá  “Hennara” lá burturblivni pelsurin hjá Guðrið og eitt lítið skriv.

Lyklar og tað, sum hevði verið í lummunum, var har framvegis.

Tey høvdu ikki væntað at fáa pelsin aftur nú 2 vikur seinni.

Guðrið  er í hvussu so er glað fyri at hava fingið lyklarnar aftur!