Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

04/01/2021

Áminning um tilmælini

Vit eru farin í skúla aftur.

Fyrst av øllum gott nýggjár øll somul.

Nú er skúlin er byrjaður aftur eru foreldur og næmingar kanska  stúrin, tí at smittutalið í landinum er høgt. Hóast høga smittutalið, so metir heilsufakligi myndugleikin, at tamarhald er á støðuni, og at tað er ráðiligt, at skúlagongdin heldur fram eftir sama leisti sum undan jólum. Vit minna tí á tey tilmæli, sum hava verið, og enn eru galdandi:

  • Frástøðu – mælt verður til, at næmingar bert eru saman við børnum í teirra árgangi, bæði í og aftaná skúlatíð
  • Handreinføri – at næmingar vaska/spritta hendur, tá teir koma í skúla og síðan við jøvnum millumbili
  • Einans næmingar og starvsfólk eiga at koma inn í skúlan
  • At næmingar og starvsfólk, sum vísa sjúkutekin, eiga ikki at koma í skúla
     

Blíðar heilsanir

Marjun Holm, skúlastjóri