Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

10/12/2020

Jólatræið pyntað

Siðvenja er at 2. flokkur pyntar jólatræið og í ár er einki undantak.

Tá tað stundar til jóla, so eru ymsar uppgávur, sum flokstigini hava. T.d. skal 1. flokkur altíð syngja til jólahaldið, 3. flokkur gongur lucia, meðan 6. flokkur ger jólaevangeliið til eina teknirøð o.s.v.

2. flokkur hevur uppgávuna at pynta jólatræið. 

Tað er altíð spennandi at vita, hvussu træið verður pyntað, tí tað er sera ymiskt ár undan ári. Hesaferð er alt jólapyntið tøvt av næmingum í 2. flokki og síðani klipp sundur í hjørtu. 

Tað eru 95 hjørtu á trænum.