Skrivað hevur Rudi Olsen

08/12/2020

Jólakórið hevur úr at gera

Seinastu dagarnar hevur jólakórið verið úti og sungið fyri 6 ymiskum fyritøkum í sambandi við innsavningarverkætlan, sum 7. flokkarnir arbeiða við.

Næmingarnir eru sera fegnir um stuðulin og jaligu móttøkuna teir hava møtt, og teir gleða seg at sleppa út til enn fleiri fyritøkur komandi dagarnar. 

Kalendarin er um at vera fullur, men ynskir tú at bóka kórið og hjálpa flokkinum at savna pening inn, kanst tú senda ein teldupost til jolamenn@gmail.com 

Kostnaðurin fyri at fáa kórið út at syngja er 500 kr., og peningurin fer óskerdur víðari til "Í menniskjum góður tokki" og "Føroysku barnahjálpina".