Skrivað hevur Rudi Olsen

04/12/2020

Matsøla í Urðini

7. til 9. desembur kunnu næmingarnir keypa pylsubreyð og sunkist í Urðini

 

Mánadagin, týsdagin og mikudagin í næstu viku standa 7. a og b fyri leskiligari matsølu í Urðini. Hetta er partur av innsavningarverkætlan, sum flokkarnir arbeiða við í løtuni.

Næmingarnir fara at selja heimagjørd pylsubreyð, heimagjørdar brendar mandlur, Capri-Sun sunkist og kakao sunkist.

Sølan verður skipað soleiðis, at grunddeild kann keypa í Urðini í fyrsta fríkorterið. Mið- og hádeild kunnu keypa í døgurðasteðginum.

Kostnaður:
Pylsubreyð 5 kr. (max. 2 stk. pr. næm.)
Sunkist 10 kr
Brendar mandlur 20 kr.

Peningurin frá søluni fer til ”Í menniskjum góður tokki” og ”Føroyska barnahjálpin”.

Vit takka Landshandilinum og MBM fyri stuðulin.

 

Tú kanst fylgja og stuðla verkætlanini her:

https://www.instagram.com/sah_jolainnsavningin/

https://www.facebook.com/profile.php?id=100057875560981

www.jólainnsavning.fo