Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

02/12/2020

Øll kunnu luttaka í innsavningini hjá 7. flokki

Í samband við innsavningarverkætlanina hjá 7. Flokki ynskja vit at bjóða øllum skúlanum at luttaka í innsavningini.

Vit skuldu eftir ætlan spæla jólaleik í ár, men orsaka av koronu, máttu vit avlýsa hetta. Ístaðin fara vit at savna pening inn til tvey vælgerandi endamál. Peningurin fer til jólahjálpina hjá Barnabata og til Føroyska Barnahjálpin.
Hetta gera vit umvegis eina online sølu, sum er á heimasíðu okkara www.jólainnsavning.fo. Har ber eisini til at lesa meir um verkætlanina.
Har er eisini ein talgildur jólakalendari, sum snýr seg um at geva heldur enn at fáa – ein øvugtur jólakalendari.
Kanska børnini hjálpa til við onkrum húsligum arbeiði, og hetta fáa tey eitt oyra afturfyri, so kunnu børnini hava peningin við í skúla og lata hann til endamálið.

Vit fara at skipa tað soleiðis, at til ber at stuðla við at lata pening í eina bússu, sum vit sita við fyrsta fríkorter. Vit sita beint uttanfyri inngongdina til Varðan, sum er bókasavnið í skúlanum.
Tað er ikki neyðugt at hava gjørt nakað fyri at lata pening. Børnini kunnu eisini hava pengar við, sum tey vilja lata til endamálið.

Vit vóna, at tit tíma at hjálpa okkum við at stuðla børnum, ið hava tað trupult ????

 

Vinarliga heilsan

7. flokkur á Argjahamri