Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

02/12/2020

Bókasavnið Varðin í jólahýri

Í ár hava vit tveir kalendarar. Báðir hava spurningar, sum skulu svarast eina ferð um vikuna.

Inni á Varðanum er ein, har uppgávan er at tekna til ein jólasang, finna eina góða uppskrift og finna eina góða síðu í Míni jólabók.

Tá vikan er liðug, skulu tey leggja ein lepa í postkassan saman við tekningini. Lepin, sum skal fyllast út, liggur á Varðanum. so finna vit ein vinnara hvørja viku

Vit úthurðina er ein jólakalendari, sum hevur eina lúku til hvønn skúladag í desember. Hetta er ein QR kalendari, har næmingar skanna eina kodu um dagin. Tá vikan er av, skulu tey skriva á ein lepa (sum liggur á Varðanum) hvørja lúku teimum dámar best. Hvørja viku finna vit ein vinnara