Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

19/11/2020

Grunddeildin á konsert hjá Flytifólk

Mánadagin var øll Grunddeildin boðin í Miðrók á konsert hjá Flytifólk. Flytifólk er bólkur, sum er mannaður við  Daniel Rye, Anna Hüdepohl, Torleik Mortensen og James Goodwin. Felags fyri øll hesi er, at tey eru tilflytarar.

 Listaleypurin sigur soleiðis um konsertina:

Flytifólk taka børn við sær á eina tónleikaferð til støð, sum bæði eru verlig og hugsað. Teir fýra tónleikararnir – sum spæla klarinett, harmoniku, dupultbass og slagverk – taka tónleikakufferið við sær at erta forvitnið og uppdagingar, so hvørt sum tey spæla løg úr ymsum londum og mentanum og rannsaka kenslur bæði eydnusamar og syrgnar samstundis.