Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

05/11/2020

Valevni til skúlastýrisvalið

Uppstillingarfundur hevur verið. Tá freistin var farin at lata inn valevnislistan vóru seks valevni uppstillað. Tey eru í bókstavarøð:

 

Ann-Mari Wang Undir Kongavarða 78

Gunvá Magnussen Rygsgøta 14

Joan Waag Høgnesen Undir Kongavarða 76

Marianna á Dul Fríðberg Reynstún 30

Marianna Heinesen Rygsgøta 9

Súsanna Vang Toftegaard Velbastaðvegur 3

 

Skúlastýrisvalið verður samstundis og í somu hølum sum býráðsvalið tann 10.november 2020 í Látrinum í skúlanum á Argjahamri