Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

27/10/2020

Skýlið tikið í nýtslu

Fyrst í árinum vísti næmingaráðið í hádeild á, at viðurskiftini hjá næmingunum at parkera skutarar og súklur, ikki vóru góð.

Tað var ikki loyvt at koma heilt til skúlan og parkera undir svalanum, og stóra parkeringsplássið var ikki ein góð loysn, tí skjótt var at “koma til” at skøva ein bil, um skutarin koppar ella okkurt líknandi.

Næmingaráðið við Guðrin, Silju og Annfríð vóru tey, sum komu fram við uppskotinum um eitt hálvtak til skutarnar.

Við vælvild frá skúlavørðinum er hetta nú vorðið veruleiki!

Eitt framúr vælaverk, snøgt og væl bygt skýli, sum kann verða upplýst, tá myrkt er.

Í morgun var so hátíðarløta saman við næmingum úr hádeildini, í samband við at skýlið alment varð tikið í nýtslu.

Marjun “handaði” næmingunum skýlið og bað teir samstundis gera sítt til, at tað verður væl viðfarið og umsitið.

Umboðini fyri næmingaráðið, Annfríð og Silja, kliptu hátíðarliga “snórin” og handaðu undir hátíðarhaldinum Rúna eina gávu, sum hann rørdur tók ímóti...

Fleiri myndir síggjast her