Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

17/09/2020

Rennidagar hjá Grundeildini

Mánadagin, týsdagin og mikudagin, 14.-16/9, runnu næmingar í Grunddeildini skúlarenning. Veðrið var av tí allar fagrasta hesar dagarnar.


Vegna Korona og stórt byggivirksemi á Argjum og tí valdi skúlin at hava rennidagin øðrvísi í ár. Ítróttarbólkurin hevur gjørdi ymsar teinar, sum flokkarnir kundu renna. t.d. var ein teinur runt um skúlan, ein var at renna uppi á Klingurstjørn 2, ein var at renna niðan á AB-vøllin og ein fjórði var at renna runt Argir.

Tá næmingarnir høvdu runnið, fingu teir sunkist frá skúlanum.

Tá hendan vikan er farin afturum, so hava allir næmingarnir í skúlanum runnið.

Myndir frá Grunddeilarrenningini eru her.