Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

25/08/2020

Útsetta Landsroyndin frá apríl 2020 verður 22. - 24. septembur

Hetta er fyri flokkarnar, ið ikki sluppu til landsroynd í apríl. Talan er um núverandi 5. og 7. flokkarnar.

 

Næmingarnir fara í landsroynd eftir hesum leisti:

Leiðreglur í sambandi við Landsroynd:
Internetið er í høvuðsheitum opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið,. Nýtir næmingurin CD-orð, so er tað eisini loyvt.


Næmingurin hevur ikki loyvi at brúka lummaroknara í støddfrøði Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.


Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.


Allar uppgávur verða loystar í WiseFlow


Mælt verður til, at næmingar og lærarar brúkar dagførdan kaga til Wiseflow.


Próvstovan mælir til at brúka Chrome, Firefox ella Safari kaga.