Skúlaárið 2020/21

Petur og úlvurin, konsert við Symfoniorkestinum

Norðurlandahúsið og Føroya symfoniorkestur bjóðaðu okkum til konsert, at hoyra fyrsta floks klassiskan tónleik. Ikki í Norðurlandahúsinum, ella jú, orkestrið var har, meðan vit sótu í skúlastovuni og lurtaðu. Snilt ha?

Føroya Symfoniorkestur framførdi tónleikasøguna um Petur og úlvin. Tónleikasøgan er skrivað í 1936 av russiska komponistinum Sergej Prokofjev. Prokofjev fekk uppgávuna at skriva eina musikalska symfoni fyri børn. Søgan sigur, at hann bleiv so bitin av hesari serstøku uppgávu, at hann arbeiddi dag og nátt, og skrivaði verkið upp á einans fýra dagar.