Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

14/06/2020

Ein gongutúrur hjá 8.a

Fríggjadagin 12/06 var 8a gongutúr. Vit byrjaðu morgunin úti í skúlanum á Argjahamri við at syngja "Eg minnist úr gomlum søgum" eftir Rasmus Effersøe og "Tú alfagra land mítt" eftir Símun av Skarði (vit sóu standmyndirnar av báðum). Síðani byrjaðu vit at ganga heim til Havnar. Vit gingu í meir enn 3 tímar og hugdu at uml. 22 standmyndum og minnismerkjum. Eg (Astrið) greiddi stutt frá hvørjari standmynd/minnismerki. Næmingarnir lærdu nógv, bæði um Havnina og standmyndirnar/fólkini. Eftir heilt stutta tíð vistu næmingarnir beinanvegin, um tað vóru Hans Pauli Olsen ella Janus Kamban, sum høvdu evnað standmyndirnar.
Dagurin endaði við eini góðari máltíð í Pizza 67.

Fleiri myndir síggjast her: http://sah.fo/?p=452&_sp=albumcollections_albums&AlbumId=379