Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

28/05/2020

Góð tíðindi

Betri trygging hevur játtað at lata 3,8 milliónir krónur í endurgjaldi fyri vindeygu og klædning í skúlanum á Argjahamri.

Tá fimm ára eftirlitið var í skúlanum á Argjaharmi, varð staðfest, at trupulleikar vóru við tekjuni, vindeygunum og pørtum av klædninginum.

Umframt endurgjaldið frá tryggingini, er uppskot um semju gjørt við byggifelagið Articon um at umvæla takið fyri góðar 600.000 krónur.

Tórshavnar kommuna rindar sambært uppskotinum tveir triðingar og Articon ein triðing.

Mett verður eisini, at tað fer at kosta ein fjórðing meira at umvæla klædningin enn tær sløku 2,5 milliónirnar, sum tryggingin rindar.

Articon bygdi skúlan á Argjahamri.

Á býráðsfundinum í kvøld er umvælingin á Argjahamri á skránni.

http://kvf.fo/greinar/2020/05/28/faer-fyra-millionir-i-endurgjaldi