Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

07/05/2020

Søkja eftir lærarum og námsfrøðingi

 

Hesi størvini, frá 1. august 2020, eru leys at søkja:

 

Lærarar

·         1 lærara í fast starv

·         4 lærarar í tíðaravmarkað starv komandi skúlaár 2020/2021, vegna lækkað tímatal og avlopstímar.

Eitt av hesum tíðaravmarkaðu størvum fær endaliga ásett tímatal 1. sept. 2020.

 

Námsfrøðingur

·         1 tíðaravmarkað starv at seta við setanarbrotinum 0,7 í hádeild

 

Søkt verður eftir lærarum og námsfrøðingum sum

·         duga væl at samstarva og samskifta

·         vilja menna seg sjálvan og skúlan

·         sýna  næmingum og undirvísing sín eldhuga

·         vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagskapin

 

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í hesum lærugreinum:

Lívfrøði, náttúru og tøkni, tónleiki, støddfrøði, donskum og føroyskum.

 

 

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, frammanundan er tænastumannasettur lærari.

Lærarastørvini eru lønt í lønarflokki 18.1 - 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Námsfrøðiligu stuðulstímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

 

Umsóknir

Umsóknir, við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum, skulu vera skúlastjóranum í hendi

í seinasta lagi hósdagin 21. mai  2020  kl. 15.00

 

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

                             Marjun Holm, skúlastjóra, á tlf 302510 og 221466. 

 

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan:  marjun.holm@skulin.fo

Umsóknir við posti kunnu sendast til:

Skúlin á Argjahamri

Glyvursvegur 44

160 Argir

 

Skúlin á Argjahamri er skúli við forskúla til 9. flokk og frítíðarskúla.

Í skúlanum eru 45 starvsfólk og  383 næmingar.

Skúlin er býttur sundur í tríggjar undirvísingarpartar: grundeild, miðdeild og hádeild.

Okkara virðir eru: ábyrgd - álit - ávirkan - ágrýtni.