Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

17/04/2020

Fráboðan um skúlagongd broytt

Viðvíkjandi teimum næmingunum, sum koma í skúla.

Komandi tíðina, ella so leingi tilmælini frá myndugleikunum standa við, skulu heimini boða frá í seinasta lagi hósdag á middegi, at næminugr kemur í skúla vikuna eftir.

Nú skal boðast beinleiðis til avvarðandi flokslærara!

Hetta hevur týdning, tí talið av næmingum er avgerandi fyri, hvussu vit skipa okkum í gerandisdegnum.

Leiðslan