Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

14/04/2020

Skúlin letur upp aftur -í stigum

Tá møtt verður í skúla mánadagin, er mannagongdin hendan:

Forskúli og 1. flokkur í grunddeildini:

Gingið verður inn upp yvir skúlanum, gjøgnum brunahurðarnar, har starvsfólk tekur ímóti.

2. flokkur í miðdeildini:

Tey brúka úthurðina har uppi, mitt í skúlanum, sum teir tríggir hvítu svanarnir eru, og skulu verða har sum 6. flokkur heldur til (M22 og M23).

3. flokkur í hádeildini:

3. flokkur gongur inn gjøgnum høvuðsdyrnar framman fyri skúlan og skulu í hádeild (stovurnar hjá 8. flokkunum).

Tryggast er at næmingarnir sjálvir ganga inn í skúlan, har starvsfólk taka ímóti.

Næmingarnir verða skipaðir í bólkar við uml. 10 í hvørjum.

Tilmælið er, at hvør næmingur hevur uml. 4 fermetrar.

Stovurnar eru uml. 53 fermetrar, og borðini verða skipað við mest møguligu frástøðu frá hvørjum øðrum.

Miðað verður ímóti, at somu starvsfólkini alla tíðina eru um hvønn bólk. (somu bólkar halda fram í frítíðarskúlanum).

Skúladagurin er skipaður í tveir blokkar við fríløtum.

Handreinføri er av allarstørsta týdningi: Áhaldandi at vaska hendur eftir “hvørja gerð”, verður ein aðaltáttur í skiftum í skúladegnum.

 

Mint verður á, at boðast skal frá áðrenn hósdagin 16.04 kl. 12.00, um næmingur kemur í skúla.

 

Annars verður skúlagongdin komandi tíðina skipað í tráð við skriv frá Coronaráðgevingini.

sí skrivið her: Vegleiðing fyri stigvísa og varliga upplating av skúlum og frítíðartilboðum.pdf

Skriv frá Undirvísingarstýrinum sæst her: Standardskriv til foreldur at børnum sum fara í skúla og á stovn.docx

 

Tey, ið ikki koma í skúla, verða á heimasíðuni kunnað um arbeiðssetning og vikuætlan, og eru vælkomin at seta seg í samband við lærararnar.