Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

08/04/2020

Kunning til foreldrini

Nú skúlin letur uppaftur, verður farið fram soleiðis:

Skúlagongdin hjá forskúla - 3. flokk byrjar mánadagin 20. apríl. Tó er ikki møtiskylda.

4. - 9. flokkur fara framhaldandi at hava fjarundirvísing við sínum lærarum.

Í 9. flokki verður eingin próvtøka, og landsroyndirnar hjá 4. og 6. flokki eru somuleiðis avlýstar hetta skúlaárið.

Nærri kunning eftir páskir.

Gevið gætur:

Tað er av stórum týdningi fyri fyrireikingarnar í forskúla - 3. flokk, at vit í góðari tíð vita hvørjir næmingar koma í skúla.

Boðast skal frá á teldupostadressu: sah@skulin.fo