Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

18/03/2020

Skipa dagin

 Í hesum koronatíðum við ongari skúlagongd, kann ein skipaður gerandisdagur stuðla uppundir, at vit sum menniskju og familja trívast betur undir hesum serligu umstøðunum.

Á skúlanum eru vit farin undir at arbeiða við einum øðrvísi undirvísingarhátti, sum nevnist flekstalva. Onkrir flokkar hava roynt hetta, men aðrir ikki eru komnir har til enn.

Kanska er hesin hátturin væl skikkaður, tá ein næmingur arbeiðir heima at skipa partar av degum við eini ávísari skrá.

Viðheft er eitt skjal har tað ber til at seta inn uppgávur, sum kunnu vera skúlating, rørsla, matgerð, sangur o.s.fr. ja, bert hugflogið setur avmarkingar.

Endamálið er at fáa eitt yvirlit yvir uppgávurnar og síðan at raðfesta nær vit gera hvørja...

Í skúlahøpi er endamálið, at næmingurin fær høvi at ávirka sína arbeiðsgongd innan fyri givnar karmar

 

Trýst her fyri at síggja viðfesta skjal sum uppskot til at gera sína egnu talvu