Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

06/10/2019

Trivnaðardagur verður mikudagin 9. oktobur

Mikudagin 9. oktobur verður árligi Trivnaðardagurin.

Hesaferð seta vit fokus á "Felagsskapurin og eg" við undirheitinum: Winners never quit and quitters never win!.

Dagurin er ein fastur táttur hvørt ár, har vit í ein heilan dag seta sjóneykuna á trivnaðin í skúlanum. Einki annað er á tímatalvuni.

Vit byrja dagin kl. 8.00 við morgunløtu, sum Ann Chanett og Marni skipa fyri og síðani kemur Gitte Klein at hugleiða um, hvat fakligur trivnaður er.

Restin av degnum fer við ymsu uppleggum og spølum, sum hevur trivnaðin í fokus.

Dagurin endar við sangi kl 12.30 og so hava øll frí.

(0.-3. flokk fara tó í Frítíðarskúla eftir tímatalvuni)