Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

06/10/2019

Vaskifólk til Skúlan á Argjahamri

 

Søkt verður eftir vaskifólki til Skúlan á Argjahamri at byrja mánadagin 21.oktober.

Arbeiðið umfatar m.a. flokshøli og skrivstovuøki.

Talan er um 4 tímar um dagin allar skúladagar, í alt 193 dagar.

Neyðugt at tann, ið settur verður, er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni.

Nær byrjað verður á degi eftir skúlatíð, kunnu vit práta um.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.

Umsókn

Umsókn við møguligum viðmælum skulu sendast til

Skúlan á Argjahamri

Glyvursvegur 44

160 Argir

- ella við telduposti til sah@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 18.oktober.

Meira fæst at vita um arbeiðið við at venda sær til Rúna Sørensen, húsavørð, tlf.215388.