Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

03/10/2019

Brandroynd var mikudagin

Mikudagin 2. oktobur varð brandroynd hildin á skúlanum.

Eftir morgunsangin hevði Símun Abrahamsen, varaskúlastjóri, eina kunning fyri næmingunum. Har kom hann m.a. inná, hvussu ein rýmingaleið sær út, hvat ymsu teknini merkja og hvussu man skuldi gera annars.

Reglan er, at man tekur skjótastu leið út í tún og fer til savningarstaðið, sum er á vøllinum. Har er uppmerkt, hvar hvør flokkur skal standa. Síðani verður talt upp.

kl. 9.06 fór alarmurin frá og allir næmingarnir komu út á savningarstaðið. kl. 9.15 var royndin liðug.

Vit meta at royndin gekk hampuliga væl, men hetta skal venjast javnan.