Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

10/05/2019

Samlaðu pening til Barnaføðingardagshjálpina hjá Barnabata

Í Skúlanum á Argjahamri hava næmingar í 6. og 7. flokki Íverksetan nakrar vikur um árið. Hugsanin við lærugreinini er, at næmingar fáa innlit í íverksetan og annars royna at føra hugskot til veruleika.

4 gentur úr 6. flokki, Rannvá Ritter, Sára Michelsen, Kristina Saxov og Bára Leonson høvdu eina ætlan beinavegin. Tær vildu samla pengar inn til okkurt vælgerandi endamál.

Spurningar so sum ”Kunnu vit selja í skúlanum?”, ”Hvat skulu vit selja?”, ”Hvør skal keypa?”, ”Hvussu kann hetta geva okkum yvirskot?”, ”Hvør skal hava yvirskotið?”, ”Nær skulu vit framleiða?”, ”Hvussu skulu vit marknaðarføra okkum?” vóru vendir og svaraðir.

Tær valdu at gera pylsubreyð, har skúlin fíggjaði tilfarið og gav søluloyvið. Avgjørt varð, at Miðdeildin slapp at keypa fyrru vikuna og Hádeildin seinnu vikuna, tí tær kláraðu ikki at framleiða nóg mikið niðurfyri. Framleiðslan var bæði í skúlanum og heima, so nógv tíð og orka varð sett av. Tær roknaðu út, hvussu nógv tilfarið hevði kostað teimum, fyri síðani at áseta ein prís fyri vøruna. Lýst varð á heimasíðu skúlans og við plakatum runt á skúlanum.

Tað eydnaðist teimum at fáa 2800 kr í yvirskoti, sum tær valdu at lata til Barnabata, eyðmerkt til Barnaføðingardagshjálpina.

Rannvá, Sára, Kristina og Bára hava lært at føra eitt hugskot til veruleika, men mest av øllum, hava vit onnur lært, at tað ikki skal so nógv til fyri at gera mun.