Skrivað hevur Símun Abrahamsen

22/03/2019

Varðin (bókasavnið) ruddar!!

Nógvar góðar klassiskar bøkur fyri einki...

Av og á verður hugt eftir, hvørjar bøkur í Varðanum sjáldan ella ongantíð verða lántar út.

Tá eiga hesar, ella nakrar av teimum, at burturbeinast, so pláss fæst til aðrar bøkur.

Ikki at siga, so er hetta ikki lætt hjá einum bókavørði at gera, men ein uggi er, um onkur áhugaður fer avstað við hesum bókum.

Varðin hevur tí sett hesar bøkur á ein rullivogn uttanfyri til áhugað at taka heim við.

Talan er um ymiskt tilfar. Nógvar góðar søgur o.a. 

Næmingar, foreldur o.o. takið endiliga heim við og njótið eina góða ókeypis bók :-)