Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

20/03/2019

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli

Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli, at seta við setnarbrotinum 0,6 fyribils fram til summarferiuna 27.juni 2019.
 

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli sum
 

* dugur væl at samstarva og samskifta

* vil menna seg sjálvan og skúlan

* vil fevna ymiskleikanum og styrkja felagskapin

 

Førleikakrøv:
Tann, ið settur verður í stuðulsstarvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir. Um ongin námsfrøðingar søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.

Lønar- og setanartreytir:
Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastarvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingur verða løntir í lønarflokki 11-20 (frá 11-21 frá 1.oktober 2018). Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

 

Umsóknir
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 2.apríl kl 12.00

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til

Marjun Holm, skúlastjóra, á tlf 302510 og 221466

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: sah@torshavn.fo

 

Skúlin á Argjahamri er skúli við forskúla til 9. flokki og frítíðarskúla.

Í skúlanum eru uml. 45 starvsfólk og ganga 387 næmingar í skúlanum.

Skúlin er býttur sundur í tríggjar undirvísingarpartar, grunddeild, miðdeild og hádeild.

Okkara viðri eru: ábyrgd- álit – ávirkan – ágrýtni