Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

04/02/2019

Umleið 240 næmingar tilmeldaðir til Støddfrøði-kappingina Pangea

Í døgunum 6.-8. februar fara næmingar í 3.-8. flokk á Argjahamri at royna seg í 1. umfarið í Pangea. 

Umfarið verður avgreitt í flokshølinum mikudagin, hósdagin ella fríggjadagin. Uppgávurnar verða síðani sendar til rættingar hjá Pangea Føroyar.

20 teir bestu næmingarnir úr hvørjum floksstigið í Føroyum, koma víðari til hálvfinaluna, sum verður avgreidd í Eysturskúlanum 16. mars. Her kom 10 næmingar víðari í finaluna, sum verður hildin í 4. Mai.

Pangea-støddfrøðikappingin er víðagitin kapping, sum verður hildin á hvørjum ári í 18 londum í Evropa. Talan er um eina stuttliga og avbjóðandi kapping fyri næmingar í 3. til 9. flokki, sum eisini gevur næmingum møguleika at knýta vinabond og fáa íblástur og stimbur frá líkasinnaðum javnaldrum. Umframt at snúgva seg um rokning, menna uppgávurnar eisini førleikan at hugsavna seg um og at loysa torgreiddar spurningar.

Í ár eru 2032 næmingar tilmeldaðir. Tað er met.

Vit ynskja næmingunum góða eydnu!