Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

28/01/2019

Verkstaðarundirvísing í 2. flokki

Hesa vikuna er undirvísingin í 2. flokki skipað í verkstøðum. Tað eru 10 ymisk verkstøð og næmingarnir náa 2 ella 3 verkstøð hvønn dag. Verkstøðini eru m.a. støddfrøði, heimstaðarlæra og føroyskt, kristni og okkurt kreativt er eisini.
Børnini eru hesar dagarnar býtt í bólkar við 4 næmingum. Vanliga skemaði er niðurlagt.
Næmingunum dáma væl henda arbeiðsháttin.