Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

06/12/2018

Dagarnir undan jólum

Mánadagin 17.des. og týsdagin 18.des. er vanlig skúlagongd.

Skipað verður fyri hugnaløtum í Miðrók mánadag og týsdag 3.tíma.

 

Jólahald fyri næmingum er mikudagin 19.des kl 10.00.

Skúlin er opin kl 8.00, tey sum hava tørv á at møta fyrr, hava møguleika fyri tí.

 

Jólahald fyri foreldrum er mikukvøldið 19.des kl 18.00 í Miðrók við sangi, tónleiki og sjónleiki.

 

Kirkjugongd er hósdagin 20.des kl 10.00

Skúlin er opin kl 8.00 og næmingarnir sum møta, verða fylgdir av starvsfólki oman í kirkjuna.

Næmingar í hádeild fáa útflíggjað karakterblað eftir kirkjugongdina.

Jólafrí er eftir kirkjugongdina, men næmingar sum halda áfram í frítíðarskúlanum, verða fylgdir niðan.

 

Skúlagongdin byrjar aftur mánadagin 7. januar kl 8.00