Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

30/11/2018

Samstarvsdagur millum forskúlan og dagstovnar á Argjum

Dagstovnanir á Argjum og forskúlin á Argjahamri hava í felag skipa fyri einum fyrraparti í skúlanum tann 28.november.

Ein stak væleydnaður dagur fyri bæði børn og vaksin.

Dagurin byrjaði við eini rørsluløtu í høllini, nógv ferð á bygdu breytunum at renna á.

Tónleika verkstaðið skipaði forskúlin á Argjahamri við sangi og dansi.

Evninga verkstaðið skipaði dagstovnurin á Hamrinum fyri, har børnini gloymdi seg burtur við saksi og lími.

Drama verkstaðið skipaði Dagstovnurin á Argjum fyri. Børnini sótu rúnarbudin og lurtaðu eftir søgu.