Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

12/11/2018

Vunnu 2 steyp í First Lego League

Leygardagin var stóra kappingin First Lego League í Føroya Tele. Skúlin á Argjahamri vann tvey steyp. Lego Legends fingu steyp fyri at enda nr 2 í Robottkappingini og Lego Lightning fekk steyp fyri Tøkni. Steyp í Tøkni verður givið fyri snið og forritan av robottinum.

Skúlin á Argjahamri setti eisini nýtt met, við at hava 4 lið tilmeldaði. 2 lið, Lego Legends og Legoklossarnir, komu úr 6. flokki og 2 lið, Team Legodary og Lego Lightning, komu úr 7. flokki.

Kapping gekk sera væl. Nógv varð gjørt burturúr básinum, sum tey skulu pynta til dagin. Har kundi man luttaka í spurnarkapping, fáa bomm, sodavatn, síggja film og mangt annað.

Tað var serliga í Robottkoyringini at skúlin fekk væl burturúr, tí av 8 liðum, sum komu í 1/4 finaluna, vóru 3 lið hjá okkum.

Bæði Lego Legends og Team Legodary komu í semifinaluna.

Endin varð at Lego Legends tapti til Lego Meistarar úr Leirvík. 

Trýst á myndina, fyri at síggja fleiri myndir :)