Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

08/11/2018

First Lego League kappingin verður leygardagin

Stóra árliga FIRST LEGO League kappingin í Føroyum verður leygardagin 10. november. Tá fara børn og ung at kappast við robottum, tøkni og alskyns uppfinnsemi, sum hevur við rúmdina at gera.

Tað verður løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum setur kappingina kl. 10 um morgunin, tá tólv lið úr skúlum og vinabólkum ymsastaðni úr Føroyum fara at kappast í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.

FIRST LEGO League kappingin er tann størsta av sínum slag í heiminum. Yvir 255.000 børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár úr eini 90 londum hittast á einum av teim næstan 1.500 tiltøkunum, sum verða fyriskipað kring allan heimin í ár.

Kappingin verður stroymað á Youtube allan kappingardagin, men øll eru hjartaliga vælkomin at koma til tiltakið.  Leita eftir “FLL Føroyar” á Youtube ella fylg við á leinkini her.

Luttakarar
Tey luttakandi liðini í ársins kapping eru:

Rocket League, Sands skúli
Kongaklossarnir, Skúlin á Argjahamri
Lego Legends, Skúlin á Argjahamri
Team Legodary, Skúlin á Argjahamri
Lego Lightning, Skúlin á Argjahamri
Lego Panda, Skúlin á Fløtum
Stjørnan, Skúlin á Fløtum
Apollo, Skúlin á Fløtum
Space Kids, Skúlin á Fløtum
Lego Meistarar, Leirvík
Lego Dreams, Eysturskúlin
Lego Kubbar, Eysturskúlin
 

Skráin
Kl. 10.00  Setan v/ Aksel V. Johannesen, løgmanni
Kl. 10.30  Innleiðandi umfør byrja
Kl. 12:50  Framførslur og matarsteðgur
Kl. 13:30  Finaluumfør byrja
Kl. 14.15  Finalan
Kl. 14:20  Undirhald og dómarafundur
Kl. 14:45  Steypahandan
 

Upplýsingar um FIRST Lego League

- Kunnleikakapping fyri børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár
- Kappingarnar hava verið hildnar í Føroyum síðan 2006
- Kappingarnar hava verið hildnar í Skandinavia síðan 2000
- FIRST LEGO League er ein av heimsins størstu kappingum fyri ung. Árliga luttaka yvir 255.000 ung í 32.000 liðum á næstan 1.500 stevnum í 88 londum kring allan heim.
- Endamálið við kappingini er at stimbra hugin hjá børnum og ungum til náttúru, tøkni og støddfrøði og at stimbra áhuga teirra at gerast t.d. verkfrøðingar og granskarar.
- Tey ungu læra í verki kjarnavirðini í Gracious Professionalism
- Fleiri upplýsingar um FIRST LEGO League kappingina fáast her og her.
- Føroyska FIRST LEGO League er á Facebook: FIRST Lego League Føroya