Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

07/11/2018

Felags foreldrafundur mánakvøldið 19. nov kl 19.00

 Anne Linder kemur at tosa um góðu relatiónina millum børn og vaksin 

Skrá:

1. Ársfrágreiðing

2. Fyrilestur við Anne Linder

3. Kaffisteðgur og prát

Menning og læring hjá einum barni er tætt knýtt at tí umsorgan og uppmerksemi, tað fær, - men eins týdningarmikið er, hvørjar góðar relatiónir barnið hevur í gerandisdegnum!

Flestu foreldur hava gott samskifti við børn síni, men relatiónirnar til lærarar og tey vaksnu í skúlanum eru eisini umráðandi.

Hóast munurin er hárfínur, so er munur á privatum relatiónum og teimum í skúlanum:

Námsfrøðiligu relatiónirnar í skúlanum eru ikki eitt mál í sjálvum sær, men alneyðugar fyri at barnið lærir, mennist og trívist.

 

Tann góða relatiónin kemur ikki av sær sjálvari, og tí hava vit í skúlanum í ár valt at seta samspælið ímillum næming og lærara á breddan við tí fyri eyga, at tað stuðlar upp undir læringina, menningina og trivnaðin!

Eitt er skúlin men, tit foreldur hava størst týdning í sambandinum millum børn og vaksin.

Vit ynskja tí at øll foreldur koma til ein felags foreldrafund, sum skúlastýrið skipar fyri mánakvøldið 19. nov. kl 19.00

Anne Linder hevur verið á skúlanum og hildið skeið fyri lærarunum og námsfrøðingum, og vit úbúgva í løtuni tríggjar vegleiðarar!

Anne Linder er sálarfrøðingur, rithøvundur og leiðari á Dansk Center for ICDP.

Anne hevur í meira enn 30 ár starvast við námsfrøði og sálarfrøði.

Hon hevur í seinastuni verið nógvar túrar í Føroyum og undirvíst lærarum, námsfrøðingum, sálarfrøðingum o.ø. í ICDP.

Vilt tú hava meira at vita um Anne Linder og ICDP, far so til: www.danskcenterfor-icdp.dk

 

Møtið fjølment.

 

Skúlastýrið í skúlanum á Argjahamri