Skrivað hevur Rudi Olsen

02/11/2018

Øðrvísi dagar: Endurnýtsla

Seinastu dagarnar hava næmingarnir í Skúlanum á Argjahamri arbeitt við endurnýtslu. Næmingarnir hava fingið ordiliga nógv burturúr og hava lært nógv, og lærararnir lata eisini væl at

Skrivað hevur Inga Laksafoss Simonsen, miðlabólkurin

1.og 2. novembur hevur Skúlin Á Argjahamri øðrvísi dagar, við endurnýtslu sum evni. Hesar dagarnar hendir mangt og hvat.

Í hádeild eru tað ymisk verkstøð, har tað eru blandaðir næmingar frá 7. 8. og 9 í hvørjum verkstaði. Eitt verkstað er at gera suppu, eitt er at seyma toyposar, eitt annað er at klippa og líma, eitt er at smíða kompostkassa, eitt er at kanna ymisk ting viðvíkjandi endurnýtslu, og so er tað eisini ein miðlabólkur.

Miðlabólkurin hevur gjørt greinar og myndafrásagnir frá døgunum. Undir myndir finnur tú myndafrásagnirnar. 

 

Í miðdeild og grunddeild er tað hvør flokkur fyri seg, ið arbeiðir við onkrum spennandi. Til dømis í 5. taka tey gamlar glaskrukkur, og gera tær um til flott pynt, og í 1. flokki gera tey pynt burturúr brúktum eggjabakkum.

Hví læra um endurnýtslu?
Marjun Holm, skúlastjóri, fortelur, at vit á skúlanum hava um endurnýtslu, tí at tað er sera umráðandi, at ung læra at ansa eftir umhvørvinum. Hon fortelur, at fyrr í tíðini brúktu fólk ikki so nógv plastikk, sum tey gera nú, og at fólk fyrr vóru nógv meiri sparsom. Fólk í dag taka meira, enn tey hava brúk fyri, og tískil fer nógv til spillis. Marjun heldur, at hetta er ordiliga spell og vil gjarna, at yngra ættarliðið lærir at brúka minni plastikk, ikki keypa meiri enn tey hava brúk fyri, og at tey læra at endurnýta.

Nógvir næmingar lata væl at og siga, at teimum dáma sera væl at læra um endurnýtslu. 

"Eg havi lært mega nógv, og haldi tað vera mega áhugavert", sigur Mattias Lauritsen, ið hevur verið í kanningarbólkinum. 


”Tað hevur verið mega skeg og hugnaligt hesar dagarnir. Eg havi lært at gera bamsur burturúr gomlum sokkum. Bamsurnar eru mega fittar” sigur Arina Brandsdóttir Nólsoy, ið er í kreativa bólkinum. 

Eisini lærararnir lata væl at:

”Eg haldi at hetta hevur riggað ordiliga væl, tí tað sær út til, at næmingarnir hava dámt væl at hava um endurnýtslu. Eg haldi eisini at teir hava lært og fingið nógv burturúr. Tað er eisini gott at kunna arbeiða samanhangandi við einum evni, uttan at verða avbrotin” sigur Guðrið Reinert Joensen.