Skrivað hevur Rudi Olsen

02/11/2018

Framtíðin er okkara - skilur tú?

Mánadagin 5. novembur fáa vit á skúlanum á Argjahamri nýggjar ruskspannir í floksstovurnar, og hetta fegnast næmingar og næmingaráðið um 

Skrivað hevur Silja Vang Toftegaard, miðlatoymið

 

5. novembur fáa vit á skúlanum nýggjar ruskspannir. Endamálið við ruskspannunum er, at vit skulu skilja pappír, matrestir og rusk soleiðis, at vit fáa endurnýtt pappírið og matin. Skilir tú? 

Matrestirnar verða koyrdar í ein kompostakassa, ið smíðtoymið hevur gjørt. Kompostið verður síðani koyrt út á eplaveltuna hjá skúlanum.  
 
Næmingarnir eru glaðir fyri at fáa nýggja ruskspann og møguleika at skilja ruskið. Vit hava tosa vid Joennu Finnsdóttir Hansen. Hon sigur soleidis: 
“Eg haldi, at tað er gott, at vit skilja ruskið, tí tað er nógv betri fyri náttúruna og umhvørvið” 

Forkvinnan í næmingaráðnum, Inga Laksafoss Simonsen, fegnast eisini um nýggju ruskspannirnar: 

"Framtíðin er okkara, og tí er tað umráðandi, at vit eisini taka ábyrgd og gera tað, sum vit kunnu fyri at ansa eftir náttúrini og umhvørvinum."