Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

31/10/2018

Øðrvísi dagar 1. og 2. novembur

Hósdagin og fríggjadagin vera Øðrvísi dagar. Evnið hesaferð er Endurnýtsla.

Grunddeildin kemur at arbeiða í kreativum verkstøðum.

Miðdeildin fer at gera upplýsandi skeltir um Endurnýtslu. Eisini fara 5. og 6. flokkur at vitja Brennistøðina og Dugna, so næmingarnir verða tilvitaðir um, hvar ruskið ferð.

Hádeildin kemur at arbeiða í verkstøðum, sum næmingarnir kunnu velja seg inná.

Verkstøðini eru: 

Gera kompostkassa

Diskosúpan og heinta tilfar

Seyma taksur o.a.

Gera uppsløg – gera plansjur um dálking o.a.

Kanningar har kantinur eru og kanna matspillu. (Kantinur, hotel, matstovur, bakarar, handlar o.a.

Gera langborð til hádeild 

Miðlabólkurin

 

Í samband við dagarnar, kemur Marjun Holm, skúlastjóri, at leggja fram um nýggju ruskíløtuni, sum skúlin hevur keypt. Ruskið skal skiljast í 3 partar: papír, vanligt burturkast og lívrunnið tilfar.