Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

04/06/2018

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðiligum stuðlum

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðlum

 

·         1 starv at seta við setanarbrotinum 0,59 í miðdeild.

·         1 starv at seta við setanarbrotinum 0,59 í mið- og grunddeild.

 

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðlum sum

·         duga væl at samstarva og samskifta

·         vilja menna seg sjálvan og skúlan

·         vilja fevna ymiskleikanum og styrka felagskapin

 

Førleikakrøv:

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv.

Lønar- og setanartreytir:

Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru føst størv ella sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og eru lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20 (frá 11-21 frá 1.oktober 2018). Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

 

Umsóknir

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19.juni kl 12.00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Marjun Holm, skúlastjóra, á tlf 302510 og 221466   ella 

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan:    sah@torshavn.fo

 

Skúlin á Argjahamri er skúli við forskúla til 9. flokki og frítíðarskúla.

Í skúlanum eru uml. 45 starvsfólk og  ganga 387 næmingar í skúlanum.

Skúlin er býttur sundur í tríggjar undirvísingarpartar, grundeild, miðdeild og hádeild.

Okkara viðri eru: ábyrgd- álit – ávirkan – ágrýtni.