Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

24/05/2018

Spæliliðið av Argjahamri fingið prógv

Týsdagin 22. mai vóru øll Spæliliðini í Tórshavnar kommunu samlaði uppi í Bowlinghøllini, har næmingarnir bowlaðu, fingu prógv og ótu. Borgarstjórin Annika Olsen helt eina røðu, um týdningin spæliliðini hava runt á øllum skúlunum, tí rørsla gevur betri trivnað.

Okkara Spælilið fekk eisini hvør sítt prógv. Skúlin er takksamur fyri tað arbeiðið tey hava gjørt fyri næmingarnar í forskúlanum, 1. og 2. flokki hetta skúlaárið :)