Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

25/05/2018

Fleiri lærarastørv eru leys at søkja

Hesi lærarastørv eru leys at søkja í  Skúlanum á Argjahamri

Hesi størvini eru fyri komandi skúlaár 2018/2019, vegna lækkað tímatal, serligan tørv, forskúla og avlopstímar.

Eitt av hesum tíðaravmarkaðu størvunum fær endaliga ásett tímatal 1. sept. 2018.

 

·         2 lærarar í fast starv

·         4  lærarar í tíðaravmarkað starv

·         1 starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi frá skúlaársbyrjan til 15. mars.

 

Søkt verður eftir lærarum  sum

·         duga væl at samstarva og samskifta

·         vilja menna seg sjálvan og skúlan

·         sýna  næmingum og undirvísing sín eldhuga

·         vilja fevna ymiskleikanum og styrka felagskapin

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu undirvísingarpørtum og lærugreinum:

1. undirvísingarpartur

    forskúli, føroyskt og støddfrøði

2. undirvísingarpartur

             ítróttur/ge.

3. undirvísingarpartur

             føroyskt, danskt, støddfrøði, alisfrøði, søga og ítróttur/ge

 

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 31.mai  2018  kl. 15.00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Marjun Holm, skúlastjóra, á tlf 302510 og 221466

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan:    sah@torshavn.fo

 

Skúlin á Argjahamri er skúli við forskúla til 9. flokki og frítíðarskúla.

Í skúlanum eru uml. 45 starvsfólk og  ganga 387 næmingar í skúlanum.

Skúlin er býttur sundur í tríggjar undirvísingarpartar, grundeild, miðdeild og hádeild.

Okkara viðri eru: ábyrgd- álit – ávirkan – ágrýtni.