Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

10/05/2018

Eyðun á Borg fingið Grøna virðisløn!

Í ár varð Grøna virðislønin hjá Tórshavnar kommunu latin Eyðuni á Borg.

Eyðun hevur verið ein hornasteinur í undirvísing og praktiskari læru um náttúruna, sum lærari á Argja skúla (Seinni Skúlin á Argjahamri). Við sínum nærlagni og alski til náttúruna hevur Eyðun lært børnini og teirra foreldur at hava størri virðing fyri náttúruni.

Seinastu mongu árini hevur Eyðun plantað trøð saman við skúlabørnum á Argjum. Børnini í fyrsta flokki á Argja Skúla og nú Skúlanum á Argjahamri, hava hvør sær plantað eitt træ, sum tey sjálv passa. Tey børn, sum í dag eru vaksin, kunnu stolt vísa á, hvat fyri træ tey hava plantað, og um tey eru í iva, so kunnu tey altíð spyrja Eyðun. Hann hevur skrásett yvirlit/tekning yvir hvønn runn.

Vit vilja ynskja Eyðuni hjartaliga tillukku við ársins Grønu virðisløn, sum er givin honum av røttum!