Skrivað hevur Ann Chanett Danielsen

08/05/2018

Øðrvísi dagar

1. dagur

Dagurin byrjaði við morgunsangi, og aftaná legði Súsanna fram um "Dig for Victory". Hon fortaldi um, hvussu tey undir krígnum í Onglandi, og øðrum londum, plantaðu sítt egna grønmeti, tá ið skipini ikki vóru tøk og tí ikki kundu innflyta grønmeti.

Aftaná kom Hans Fróði og fortaldi um, hvussu tú kanst vinna tær salt úr sjónum, og skipaði fyri einari kapping. Kappingin var at gita, hvussu nógv salt er eftir, tá ið tú kókar eina fulla grýtu av sjógvi.

Aftaná hetta fóru øll børnini (tó ikki 9. flokkur, tí at tey skriva synopsu) til sín verkstað og fóru til verka.

Øll børnini tyktust eldhugað og lurtaðu áhugað eftir lærarunum.

 

Inga & Brynhild 7.fl.