Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

04/05/2018

Øðrvísi dagar 8. og 9. mai

Umhvørvið og matur

Týsdagin 8/5 og mikudagin 9/5 fara vit at hava tveir øðrvísi dagar her á skúlanum. Í sambandi við umhvørvisvikuna fara vit at arbeiða við umhvørvinum og mati, ið kann framleiðast í Føroyum. Ætlanin er at seta berjarunnar og trø niður á ymsum økjum runt um skúlan. Eisini er ætlanin at seta niður ymiskar køksurtir, rabarbur og eplir. Næmingarnir í grunddeild fara at arbeiða við dálking, teir fara at rudda økini rundan um skúlan, so klárt verður at seta niður. Arbeitt verður eisini við at gera eitt felags listaverk. Harumframt fara nøkur at planta karsi, ið tey fáa heim við, meðan onnur fara at gera rabarbusuppu.

Mið- og hádeild hava meldað seg inn á ymisk verkstøð. Millum annað fara tey at gera tveir urtagarðar. Í hesum sambandi taka vit fegin ímóti tilfari til urtagarðarnar, so sum avleggarar til berjarunnar, trø, rabarburøtur o.a., tit hava til yvirs. Um tit ikki brúka allan plantupakkan, kommunan bjóðar út leygardagin, taka vit eisini fegin ímóti tí. Gott er, um næmingarnir hava spakar og annan hava reiðskap við (minnist til at seta navn á.) Hetta er galdandi fyri mið- og hádeild. Næmingarnir hava matpakka sum vanligt og vera væl ílatnir, so teir kunnu vera úti meginpartin av degnum. Vit gleða okkum at arbeiða við umhvørvinum og vóna, at tit vilja verða við at gera umhvørvið rundan um skúlan hugnaligt og grønt.